Meira arbeiði fyri hvørja krónu – kring alt landið!

1600 fólk hava í løtuni einki arbeiði at vakna til hvønn morgun. Tveir triðingar av teimum arbeiðsleysu búgva uttanfyri miðstaðarøkið.

Politiski myndugleikin kann gera nógv meira fyri at skapa virksemi. Tað kann gerast við at framskunda byggiverkætlanir, sum kortini skulu gerast, og raðfesta almennu íløgurnar soleiðis, at mest møguligt arbeiði verður skapt fyri hvørja krónu.

Vit í Tjóðveldi hava sett sum fremsta mál, at fólkafráflytingin skal vendast til tilflyting. At skapa meira virksemi kring landið, er týðandi táttur í hesi ambitión.

Hvør króna telur
Tað almenna hevur samanlagt nógvar 100 milliónir, at skapa arbeiði við. Løgukarmurin hjá landinum er omanfyri 300 milliónir krónur um árið, og umframt hetta koma íløgurnar hjá kommununum.

Her er neyðugt at raðfesta byggivirksemi, sum vit vita, skapar arbeiði til nógvar hendur. Til dømis at framskunda bygging av bústovnum, av mentanardepli í Suðuroy, útbyggingina av psykiatriska deplinum, av Tjóðleikhúsi, bjálving av almennum bygningum og ítróttarkørmum kring landið. Til dømis tørvar okkum fleiri svimjihylar.

Byggja vit Havrannsóknarskipið – sum er komið á figgjarlógina – og eitt nýtt strandfaraskip – sum tørvur eisini er á, og taka vit avgerð um, at hesi skulu byggjast við okkara egnu arbeiðsmegi, so ger landið júst hitt rætta í trongum tíðum: At seta ferð á. So mugu vit halda aftur við almennu íløgunum, tá tíðirnar aftur gerast betri.

Eg sigi ikki, at alt hetta kann gerast í senn. Men, tað ber væl til at umraðfesta og framskunda íløgur av hesum slag, so meira arbeiði verður her og nú.

Førleika- og virðisøking
Og sjálvandi skulu treytir setast í øllum almennum útboði um, at virksemið mennir føroyskar førleikar, virðir føroyskar sáttmálar og skapar virðisøking í Føroyum, sum vit hava ásett í okkara valskrá.

Sum støðan er, má hvør króna nýtast málrættað at skapa mest møguligt arbeiði, og seta ferð á allar Føroyar!

Bjørt Samuelsen
www.tjodveldi.fo/bjort