Higartil í ár hava lønirnar verið um 590 milliónir krónur um mánaðin, men bæði í juli og august hevur verið framgongd, og í august fóru lønirnar aftur upp um 600 milliónir.
Tað skrivar Hagstovan.
Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, men tá er ein annar møguleiki at samanbera árið higartil, so sum tað er gjørt í talvuni niðanfyri. Ein partur av vøkstrinum innan almennar tænastur kemur av, at tað var verkfall í fjør.
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum til dømis afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt tikin hædd fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.