- Tað er syrgiligt og púra meiningsleyst, at ein ung kvinna skal missa lívið á henda hátt, siga hjúnini Eydna Háberg og Preben Hansen, ið vaknaðu sum við kaldan dreym leygarmorgunin.
Syrgiliga ferðsluvanlukkan á Argjum stutt eftir klokkan trý leygarmorgunin hava sett síni spor í nærumhvørvið við Støðlagøtu og Traðagøtu, har vanlukkan hendi.
Les eisini: Fór við nógvari ferð ímillum tvey hús
Hjúnini Eydna Háberg og Preben Hansen vaknaðu sum við kaldan dreym, tá bilurin við teimum fýra ungfólkunum fór brestandi tvørtum gjøgnum túnið og fram við garðinum. Bilurin við ungfólkunum rendi á bilin hjá hjúnunum, ið stóð parkeraður í túninum, áðrenn hann fór víðari.
- Vit vóru farin í song, og vaknaðu av einum hørðum bresti. Ja, tað var sum ein harður torusláttur, greiðir Preben Hansen frá.
Skjótt stóð hjúnunum greitt, at her var talan um eina vanlukku, tá telefonin ringdi og grannar greiddu frá.
- Bilurin er farin beint framvið betonggarðinum. So tað kundi óivað staðið uppaftur verri til, metir Eydna Háberg og sipar til, at teir tríggir ungu menninir í bilinum sluppu at kalla snikkaleysir frá vanlukkuni.
17 ára gamla kvinnan í bilinum lat lív.
Les eisini: Ferðsluvanlukka á Argjum kravt mannalív
- Tað er so fullkomiliga meiningsleyst at ein ung kvinna, sum hevur lívið framman fyri sær, skal lata lív á henda hátt. Hetta er nakað so syrgiligt, siga Eydna Háberg og Preben Hansen.
- Síðani leygardagin hava vit sæð nógv ungfólk standa her úti og minnast ungu kvinnuna. Við sær hava tey blómur og livandi ljós. Tey syrgja, og vit syrgja við teimum. Tað fær okkum at hugsa, hvat man kann gera fyri at fyribyrgja slíkum meiningsloysi, siga hjúnini.
Les meira um málið í Sosialinum ídag. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.