Leygardagin giftist ein av okkara fremstu vinnulívsmonnum, Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking.
Meinhard og konan, Fríðunn (fødd Hansen), hava livað saman í fleiri ár og eiga fimm børn. Tað yngsta er nakrar mánaðir, og tað elsta er 11 ár.
Tað var Jógvan Fríðriksson, prestur, sum gifti tey bæði í Fríðrikskirkjuni á Toftum.
Eini 300-350 fólk vóru á brúdleypsveitsluni, sum stóð á Hotel Føroyum.
Meinhard er sonur Jørgen og Josefinu Jacobsen á Toftum, og Fríðunn er dóttir Kristin og Marjun Hansen á Argjum.
Nýgiftu hjúnini búgva í Traðarbrekku í Havn.