Hermann framførir, at undirritaði hevur ynski um alt ringt fyri egið starvsfólk. Hetta er beinleiðis skeiv og løgin niðurstøða.
Undirritaði ynskir alt tað besta fyri starvsfólkið og felagið í framtíðini. Í 2004 fara vit at gera alt, ið stendur í okkara makt, fyri at starvsfólkið hevur støðugt og gott arbeiði, og at úrtøkan verður so góð fyri allar partar sum gjørligt.
Í sendingini var framført, at kostnaðarstøðið í Føroyum er so høgt í løtuni, at torført er at kappast í útflutningsvinnuni.
Sendingin segði ikki, at lønirnar skulu lækka. Heldur ikki segði hon, at lønarmunurin skuldi dragna. Tað, sum sendingin segði, var, at lok má leggjast á lønarvøksturin fyri alt samfelagið - bæði alment og privat. Sendingin legði upp til skatta- og avgjaldslætta.
Fyri lønmóttakaran er reallønin (tað ið arbeiðstakarin hevur eftir), ið hevur mest at siga.
Fyri lønmóttakaran er tað líkamikið, um reallønin veksur við bruttulønarvøkstri ella við skatta- og avgjaldslættan.
Fyri útflutningsvinnuma er tað ikki líkamikið. Har er tað ein spurningur um lív ella deyð.
Nýliga var ein kanning almannakunngjørd av Rassmussen og Weihe, ið vísir tað óhugnaligu mynd, at vit hava Europamet í skattatrýsti. Her má verða rúm fyri at gera broytingar.
Um kappingarførið verður tapt, fer hetta at føra til, at tey vanligu arbeiðsplássini í útflutningsvinnuni verða niðurløgd, og fólkini og undirveitarar til hesa vinnu mugu leita sær eftir onkrum øðrum at gera.
Hevur Hermann nakað uppskot um, hvat ið hesi skulu gera; talan verður helst um 2. - 3.000 fólk ???
Útflutningsvinnan og teir, ið varða av, halda, at hetta eru álvarsmál, men so tykst ikki at vera hjá teimum, ið hava skil fyri búskapi.
Hjá Hermanni og búskaparráðnum tykist hugburðurin at verða, at um vit gera okkurt, so er í lagi. Um talan er um at skapa virðir til landið ella at oyðsla virðir burtur, er líka mikið. Alt fyri at halda eitt høgt BTU, kosta hvat tað kosta vil. T.D hevði nógvur kavi verði kærkomin komandi árini, hetta tí at kavagraving hjálpir væl til at økja um BTU.
Undirritaði hevur ikki lisið búskap og hevur stórar trupulleikar at fylgja við, men veit av egnum royndum og við at lesa um aðrar, at verður ikki liva eftir førimuni, so kann ganga galið. Men hetta er helst ein stór misskiljing ella?.
Undirritaði hevur sum stjóri á eini tí størstu fyritøkuni í landinum ábyrgdina av, at fyritøkan gongur væl, og at starvsfólkini hava tað gott, og henda ábyrgd verður tikin í størsta álvara.
Tvey evni viðvíkjandi búskaparráðnum vóru nevnd av undirritaða :
Virðingin fyri flakavinnuni frá ráðgevarans síðu, helst sæð av glæsiligu skrivstovuni hjá Hermanni í Alberthall á Argjum.
"Gev flakakvinnuni 20 kr oman á tímalønina, so halda vit lív í lortinum í eini 5 ár afturat" Hermann Oskarsson, Fregnir okt. 2003.
Er hetta rætt endurtikið ??
Um hetta er rætt, hvør er so lorturin ??
Hitt evni er, at búskaparráðið tykist siga, at um vinnan ikki klárar at kappast við tað almenna, so má vinnan gevast.
Greinin í sosialinum tykist geva greitt svar upp á hendan spurning, við tað at Hermann sigur, at um flakavinnan ikki klárar at kappast við t.d. SEV og Føroya Tele, so kann flakavinnan bert pakka saman. At kappast við SEV og Føroya Tele verður torført. Hetta eru tvær almennar fyritøkur, ið neyvan høvdu klára kappingina á altjóða marknaðinum.
Undirritaði helt, at búskaparráðið hevði sum høvuðsuppgávu at vísa á gongdar leiðir til at stýra búskapinum við skynsemi. Men høvuðsboðskapurin sær út til at verða : ger einki, so kemur helst ein líkavekt í onkunstaðni.
Ein generellur lønarstøðgur hevði bøtt um kappingarførið hjá útflutningsvinnuni. Hinvegin hevði kappingarførið versna hjá umsiting og heimavinnu og høvdu hesi verið noydd út í eina tiltrongda effektivisering.
Undirritaði heldur, at um Føroyingar vilja liva væl í Føroyum, er hetta einasta gongda leið úr verandi støðu.
Tá ið tosið fellir inn á búskaparráðið og ráðgeving tess, samanborið við tann veruleika, ið sæst frá skrivstovuni á Fiskavirking, so kann hetta fyri okkum samanberast við støðuna, ið rúmdarætlanin til planetina Mars hjá Bretum er komin í : "Earth is calling beagle ??? Earth is calling Beagle ??????????
Vónandi fæst samband !!
Meinhard Jacobsen, stjóri.










