Formaðurin í Felag Tænastumanna Landsins, Maria á Dul, fer frá 30. september 2007. Orsøkin er, at hon fer úr tænastumannastarvi sínum og harvið felagnum, og tí ikki kann halda fram.
Á nevndarfundi 5. september 2007 var avgjørt at Meinhard Gaardlykke, sum í dag er næstformaður felagsins, tekur við sum formaður 1. oktober 2007.
Turid Arge, nevndarlimur, verður næstformaður og skrivari í hansara stað.
Formansval verður á komandi aðalfundi 21. februar 2008.









