Meinhard E. Olsen royndarvenur í Íslandi

Meinhard E. Olsen spældi venjingardyst við Fjølni ímóti Stjarnuni ígjár

U21-landsliðsspælarin, Meinhard E. Olsen royndarvenur við Reykjavíkar-liðnum, Fjølnir í hesum døgum.

 

Fjølnir endaði triðaftast í pepsideildini ífjør, og spælir aftur í bestu íslendsku deildini komandi kappingarár.

 

Meinhard E. Olsen spældi við Fjølnir í einum venjingardysti teir spældu ímóti Stjarnuni. Fjølnir tapti 0-1.

 

Ólafur Páll Snorrason, høvuðsvenjari hjá Fjølnir sigur við fótbólti.net, at Meinhard E. Olsen er ein ungur, evnaríkur og málfarligur spælari. Hann staðfestir tó, at Meinhard E. Olsen lendi við flogfarinum ígjár, og var tí eitt sindur troyttur, og var tí ikki uppá sítt allarbesta í dystinum ígjár. 

 

Ólafur Páll Snorrason greiðir frá, at teir ætla at hava Meinhard E. Olsen til royndarvenjing alla hesa vikuna fyri at fáa eina greiðari mynd av honum. 

 

Meinhard E. Olsen hevur annars sáttmála við B36 til komandi kappingarár í effodeildini.