TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fótbóltspanelið á Rás2 meta um 6. umfar í effodeildini, sum verður avgreitt hetta vikuskiftið.
Hoyr hvat André Olsen og Tróndur Arge høvdu at siga:
1) Kemur FC Suðuroy á stigatalvuna í heimadystinum ímóti AB?
2) Kann TB gera nakað við B36 í Gundadali?
3) Um NSÍ megnar at koppa HB í Runavík?
4) Verður ein vinnari at finna millum ÍF og KÍ í Fuglafirði?
5) Kann EB/Streymur gera nakað við Víking við Margáir í Streymnesi?
Panelið umrøddi eisini undanundankappingina hjá føroyska kvinnulandsliðnum í Malta, har tað kiksaði at spæla seg víðari í sjálva EM-undankappingina.