Megnaði at venda tungu fíggjargongdini

Fyri fáum árum síðani skyldaði ferðaskrivstovan átta milliónir krónur.

Smápartafelagið Alpha Travel hevur seinastu árini havt eitt avlop upp á 8,4 milliónir krónur, og tykist at vera í eini góðari gongd.


Men um hugt verður nærri at tølunum sæst, at avlopið í stóran mun fer til at gjalda skuld hjá felagnum. Tað skrivar Vinnan, vinnublaðið hjá Miðlahúsinum.


- Alpha Travel keypti Fonn Flog í 2008, men keypið gjørdist ein sonn marra fyri felagið, ið valdi at selja Fonn Flog aftur tvey ár seinni, skrivar Vinnan og leggur afturat.


- Hesi bæði árini, 2009 og 2010, kostaðu Alpha Travel nógvan pening. Hall var bæði í 2008, 2009 og 2010, og samlaða hallið hesi trý árini var heilar 8,8 milliónir krónur.


Seinastu fýra árini hava tó verið so mikið góð hjá felagnum, at tað nú hevur eydnast at vent eini negativa eginogn til eina positiva.


- Um árið í ár gerst eins gott sum undanfarna ár, so kann felagið verða liðugt við at gjalda alla bankaskuld í 2016, skrivar Vinnan.


Tað er Tommy Næs Djurhuus, ið er stjóri og eigari av smápartafelagnum Alpha Travel.


Til ber at lesa meira um roknskapin hjá Alpha Travel og øðrum feløgum í Vinnuni, vinnublaðnum hjá Miðlahúsinum.