Støðugt fleiri matvøruvirkir vilja bara brúka fisk, sum er veiddur á burðardyggan hátt. Nú setir tann heimsumfatandi burger-ketan McDonalds sama krav, skrivar AP.
McDonalds brúkar umleið 50.000 tons av fiski um árið til sínar fiskaburgarar og aðrar fiskarættir, sum fyritøkan ger. Talsmenn fyri fyritøkuna siga, at McDonalds er til reiðar at styðja teir fiskimenn, sum leggja seg eftir burðardyggari veiði, og at fyritøkan hevur longu tikið slík stig saman við øðrum altjóða fyritøkum.
McDonalds sigur, at tey seinastu árini hevur fyritøkan slept sáttmálum við fleiri fiskaseljarar, sum ikki kundu vátta, at fiskurin varð veiddur á burðardyggan hátt.