Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum hevur seinastu tíðina varpað ljós á týdningin av orðinum brek, og skipað fyri pallborðsfundum nevndir ‘Ber orðið brek’.
Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, heldur at hóast summi ongan trupulleika hava við at verða kallað brekað, so vil meginfelagið ikki lýsa limir sínar sum brotin menniskju – sum jú er týdningurin í orðinum.
- Vit hava enn onki orð funnið ístaðin fyri brek, men eg eri vís í at vit fara at broyta okkurt sum meginfelag. Sum forkvinna í MBF haldi eg tað er rætt at vit fáa orðið brek burtur úr navninum, tí tað merkir at vera brotin. Soleiðis vilja vit ikki lýsa menniskju, og tað er keðiligt fyri hugburðin móti okkum, sum bera brek, at føroyingar kalla okkum brotin, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MBF.
Les meir um evnið í Sosialinum fríggjadagin.










