Síðani fyrsti bussurin til serflutningstænastan kom til landið í 1984, er hetta ein tænasta, sum hevur vundið nógv upp á seg, og sum hevur verið til stóra gleði fyri rørslutarnað í høvuðsstaðnum.
Staðin fyri løgmansveitsluna
Byrjanin til hesa tænastu hjá MBF er ein lítil søga í sær sjálvum, greiddi Súsanna Nolsøe frá. Í gomlum døgum var vanligt, at løgmansveitsla var á hvørjum ári, men í 1981, sum var ár teirra brekaðu, gjørdi táverandi løgmaður, Pauli Ellefsen, av, at eingin veitsla skuldi verða.
Ístaðin varð peningurin latin til MBM at nýta í til ymisk tiltøk hetta árið. Harumframt vórðu fleiri peningagávur latnar felagsskapinum hett árið, og tá avtornaði, hevði MBM fingið inn 75.000 kr. meira, enn tey høvdu latið út úr kassanum.
Hesin peningurin varð síðani nýttur sum partur hjá MBF til keyp av bussi, meðan restin varð goldin av Føroya Landsstýri og Tórshavnar Býráð við 100.000 hvør.
Bussurin kom so til landið í 1984, og síðani hevur tænastan verið virkin. Seinni hevur Klaksvíkar Kommuna eisini sett á stovn líknandi tænastu, og sum skilst, eru eisini aðrar kommunur, sum arbeiða við at seta á stovn slíka tænastu.
Betri umstøður
Hesin bussurin tænti so sínum endamáli í drúgt áramál, men fyri nøkrum árum síðani, var hann somikið nógv slitin, at neyðugt var við nýggjum bussi.
Hetta var tó mitt í ringastu krepputíðum, og tískil gjørdist talan bert um eina fyribils loysn, tá ein brúktur danskur bussur varð keyptur, sum kundi røkja uppgávuna.
Nú er hesin so aftur skiftur út, og sigast má av sonnum, at talan nú er um eina munandi betran av umstøðunum.
Fyrst og fremst er nýggi bussurin, sum er ein vælvaksin Mercedes Benz, nógv rúmligari enn gamli bussurin. Hetta í sær sjálvum ger, at tað nú er møguleiki at hava fleiri ferðafólk við. Í gamla bussinum bar til at kroysta tríggjar koyristólar saman, men í hesum er væl rúm fyri fimm koyristólum, umframt at hjálparfólk teirra eisini fáa sitið í bussinum.
Harumframt er hesin bussurin somikið høgur innan, at gjørligt er at standa upprættur innan, og hetta lættir sjálvsagt munandi um arbeiðia hjá teimum, sum koyra í bussinum.
Í gamla bussinum gramdu fólk seg eisini ofta um, at tað gjørdist ov kalt inni, tá hurðin varð latin upp og aftur, men hesum er eisini tikin hædd fyri í nýggja bussinum. Ein hitablásari syrgir fyri, at luftin inni í bussinum alla tíðina er passaliga heit, og er hetta serliga nakað, sum tey eldru ferðafólkini eru fegin um.