Triðja árið á rað hava Mazda vunnið heiðursplássið sum tað mest álítandi bilmerki í kvalitetstestunum hjá Auto Bild, sum er størsta bilblað í Týsklandi. Kappingarneytarnir vóru Toyota og Honda, sum vunnu ávikavist annað og triðja pláss.
Auto Bild ger á hvørjum ári kanningar av kvalitetinum á 24 av teimum mest seldu bilmerkjunum í Týskland og vurdera tey ymisku bilmerkini eftir hvussu álítandi tey eru, slitstyrki, garanti, service og hvussu nøgdir eigararnir eru við sínar bilar.
Eisini gera Auto Bild langtíðartestir við at koyra 100.000 km við teimum ymisku bilunum. Tann einstaki bilurin sum higartil hevur klárað seg best í 100.000 km testini er Mazda6, sum ongan feil hevði.