Meðan fólk í Ísrael tosa um valið, sum verður um eina viku, stúra tey í Gaza-geiranum fyri, hvat kann henda, tí har er maturin farin at ganga undan. Goymslurnar hjá ST eru longu tómar, og tað stendur á hjá fólki at fáa breyð.
Tað mesta av vørunum til Gaza-geiran kemur sjóvegis, men tann flutningurin steðgaði, tá ísraelsmenn stongdu farleiðina herfyri. Eftir trýsti úr USA loyvdu ísraelsmenn sjey lastbilum við matvørum inn í Gaza-geiran í gjár, men sambært palestinsku myndugleikunum stongdu ísraelsmenn farleiðina aftur beinanvegin. Ísraelska grundgevingin fyri at steingja farleiðina er, at víðgongdir palestinar hava søkt at økinum fleiri ferðir.
Ísrael tók seg aftur úr Gaza-geiranum í fjør, og síðani hava ísraelsku myndugleikarnir frásagt sær ábyrgdina av matvøruflutninginum til geiran. Men palestinar vísa á, at ísraelska eftirlitið við markinum er so strangt, at í veruleikanum er tað framvegis Ísrael, sum hevur alt eftirlit við geiranum.
Teir palestinsku sjálvstýrismyndugleikarnir finnast eisini at ísraelsku stjórnini. Teir vísa á, at Ísrael hevur eftirlit við marknaliðunum, luftini, sjónum og fólkayvirlitinum í Gaza-geiranum, og tí kann landið ikki frásiga sær ábyrgdina av viðurskiftunum í økinum.










