Matur og trivnaður á dagstovnunum

Dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu eigur bygnaðarliga at verða endurskoðað beinanvegin, við tí endamáli at fáa trivnaðin hjá børnum, starvsfólkum, og, ikki minst leiðarum, í hásæti. 

Harumframt haldi eg, at kommunan eigur at uppraðfesta og styrkja umstøðurnar hjá stovnunum at bjóða børnunum heilsugóðan mat.

 Allir stovnar eiga at hava eitt køksfólk í starvi. Hetta skal sjálvandi ikki takast av normeringini annars. Okkara børn eru okkara gull. Tey eru á stovni allan dagin, og tað er okkara felags ábyrgd og skylda at veita teimum bestu umstøður at tey mennast í einum tryggum gerandisdegi. 

Vit vita øll hvussu vælsignað tað er at sita til borðs við familjuni ella í góðum vinalagi og veruliga kenna, at nakað serligt er gjørt burturúr. Hetta skapar trivnað, og góður matur, og hugnin at eta saman, kann ikki undirmetast.

Hjá nógvum familjum hevði hetta eisini minkað um trýstið í gerandisdegnum. Tá kundi orkan, ið fer til matpakkar, heldur verið brúkt til eina góða felagsmáltíð um kvøldið. 

Tilmæli: 

•    Kommunan orðar ein kostpolitikk í samstarvi við heilsustýrið og onnur fakfólk. 

•    Eitt køksfólk verður sett í starv á hvørjum dagstovni. Hetta eigur ikki at verða tikið av normeringini annars. 

•    Kommunan tryggjar, at starvsfólk, ið arbeiða í køkinum, javnan fáa førleikamennandi skeið og íblástur at gera dygdargóðan og fjølbroyttan heilsukost

•    At ein heilsugóð matarskipan verður ment til dagstovna, skúla- og eldraøkið

Á býráðsfundinum í kvøld 19. september, hevur Tjóðveldi sett málið um matarskipan á skrá, við tilmæli um at arbeiða við eini ætlan um hvussu ein matarskipan í Tórshavnar kommunu kann skipast.  Vónandi verður full undirtøka fyri hesum.