##med2##
Málverjin, Mattias H. Lamhauge fekk sína debut á føroyska landsliðnum, ið vann 1-0 á Liktinstein í Murcia í Spania fyrr í dag.
Í samrøðu við Trónd Arge á FM1 greiðir Mattias frá, at hetta er tað hann droymdi um tá hann var bóltdrongur til landsdystir á Tórsvølli í farnum døgum.
Tað vóru boð eftir Mathiasi nakrar ferðir, og longu tíðliga í dystinum hevði Liktinstein tað einasta sum kundi minna um ein veruligan málmøguleika. Mattias heldur, at tað var gott at koma inn í dystin í tíðliga. Mattias er væl nøgdur við venjingarleguna, og sigur seg hava lært nógv á ferðini.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Mattias H. Lamhauge aftaná dystin.