Hvørt ár ger amerikanska blaðið People ein lista yvir teir mest sexutu mennirnar í heiminum og í ár halda tey, at Matt Damon er tann mest sexuti. Áður hava Hollywoodstjørnunar George Clooney, Brad Pit, Mel Gibson v.fl. vunnið heitið ?heimsins mest sexuti maður?.
37-ára gamla Damon sigur sjálvur, at hann als ikki heldur, hann hevur uppiborið heiðurin. Sambært hann skuldi heiðurin heldur farið til ítróttarstjørnuna Tom Brady. At hann er so lítilátin, heldur People júst er tað, ið ger Matt Damon so sexutan.
Seinni hevur Matt Damon skrivað fylgjandi til People: - Tit hava givið einum miðaldrandi pápa størsta ego-boost?ið í lívi hansara.
Hinir sexutu mennirnir á listanum eru:
2. Patrick Dempsey
3. Ryan Reynolds
4. Brad Pitt
5. James McAvoy
6. Johnny Depp
7. Dave Annable
8. Will Smith
9. Javier Bardem
10. Shemar Moore