Matoyðsl upp til 25 prosent av húsarhaldsburturkasti

Í løtuni eru eingi hagtøl fyri matoyðsl í Føroyum, men um føroyingar hava somu forbrúksmynstur sum danir, so er matoyðslið í Føroyum rættiliga stórt.

Hagtøl frá Miljø- & Fødevarestyrelsen vísa, at matoyðsl stendur fyri millum 23,5 og 25,5 prosentum av øllum húsarhaldsburturkasti. Matvøruburturkast yvirhøvur, tað vil siga matoyðsl og annað burturkast frá matvørum, stendur fyri upp móti 50 prosentum av øllum húsarhaldsburturkasti í Danmark.

Fleiri stovnar og fyritøkur hava valt at seta sjóneyku á matoyðsl, teirra millum interkommunala renovatiónsfelagið, IRF.

Men hóast nógv verður gjørt burtur úr at kunna fólk um virðið í at gagnnýta mat, so er matoyðsl enn nógv í Føroyum, og alt matvøruburturkast endar í brenniovnunum hjá IRF og á brennistøðini á Hjalla.

- Reint umhvørvisliga hevði tað verið gott at fingið matvøruburturkast burtur úr restini av burturkastinum, so tað kundi verið gagnnýtt á onkran hátt, sigur Aslaug Gisladóttir, umhvørvisleiðari og varastjóri í IRF.

IRF hevur sjálvt ongar ítøkiligar verkætlanir í løtuni við matvøruburturkasti, men eyga verður hildið við øðrum verkætlanum - bæði við biogassverki og kompostering - sum møguliga kunnu gera ein bata.

Stórt tema er um matoyðsl í Vikuskiftissosialinum, sum fæst til keyps í handlum kring alt landið og sum eisini kann lesast á netinum her.