Mathias skal venja Skála

Nýggi formaðurin heldur, at felagið hevur grundarlagið, sum skal til fyri at gera eina roynd at standa seg í fremstu røð


 

NÝGGJ AVBJÓÐING


Skálamenn eru longu farnir undir fyrireikingarnar til størstu avbjóðingina í fótbóltinum, sum teir nakrantíð hava staðið yvirfyri.

Undan vikuskiftinum segði Asbjørn Mikkelsen, at hann og hinir báðir veteranarnir, sum høvdu ábyrgdina í teimum seinastu dystunum, ikki fóru at halda fram í 1. deild. Nú verður sagt av Skála, at Mathias Davidsen skal vera venjari.

Í hesi vikuni er Mathias við U?17 landsliðnum í Sveis. Hann hevur verið dúgligur at tikið lut í venjaraskeiðunum, sum FSF hevur skipað fyri, hann hevur seinastu árini havt ábyrgdina av U?17 landsliðnum, og hann hevur í fleiri ár verið venjari í NSÍ.

Í síni tíð spældi Mathias við B68 ? fyri tað mesta á næstbesta liðnum. Tað vil við øðrum orðum siga, at nýggja liðið í 1. deild fer at royna seg við einum venjara, sum ? hóast hann hevur verið venjari leingi ? fer at royna seg fyrstu ferð í bestu deildini.


Fleiri skulu bera

Kurt Rasmussen er formaður í Skála Ítróttarfelag. Tað hevur hann verið síðani í summar. Aðalfundurin, sum sambært viðtøkunum skal vera í februar, varð fleiri ferðir útsettur. Tað vóru fáir herðar, sum bóru felagið, og tað tóktist ganga illa at fáa nýtt fólk í nevndina og at taka formansuppgávuna á seg. Men so tók Kurt Rasmussen uppgávuna á seg, og síðani hava teir á Skála roynt at fingið fleiri at taka ábyrgd.

? Skála er eitt rímuliga stórt felag, og vit royna at fáa so nógv at vera uppií, sum tað ber til. Umframt høvuðsnevndina hava vit eina ungdómsnevnd, eina vaksnamannanevnd, eina sponsornevnd og eina aktivitetsnevnd. Á henda hátt vóna vit at uppgávurnar verða røktar av fleiri, enn tær áður hava verið, og tá setningarnir hjá hvørjum einstøkum eru nágreiniligir, so skuldi tað borið til, uttan at tað kendist alt ov tyngjandi.


Grundarlagið er har

Tá tað snýr seg um komandi kappingarár, so hava teir á Skála ikki enn gjørt so nógv annað, enn at seta nýggja venjaran.

? Vit rokna við, at tað fyrst og fremst vera spælararnir, sum hava spælt liðið upp í 1. deild, sum skulu bera liðið. Málið verður í fyrstu atløgu at tryggja sessin í bestu deildini. Tað er ein avbjóðing í sær sjálvum, heldur formaðurin í Skála Ítróttarfelag.

Ætla tit at fáa spælarar aðra staðni frá til felagið?

? Tað fara vit at tosa við venjaran um. Vit hava nógvar spælarar, og tað er kanska møguleiki fyri, at onkur verður umskúlaður til nýggjan leiklut. Onkur við royndum í 1. deild hevur spurt seg fyri, og vit bjóða øllum at vera vælkomnum at venja við okkum. Men tað verður bara, um venjarin heldur, at liðið skal styrkjast á ávísum plássi, at vit fara at royna at heita á onkran spælara um at hjálpa okkum, sigur Kurt Rasmussen, sum roknar við, at tað skulu fleiri pengar til at reka felagið, og sum samstundis vónar, at inntøkurnar fara at økjast, nú Skála fyri fyrstu ferð skal royna seg í fremstu røð í fótbólti.