Brasilski Felipe Massa, sum í juli var partur av ógusligari vanlukku í Formel 1, er nú um at koma fyri seg aftur. – Fyrstu úrslitini eru positiv. Ikki minst kanningin av eygunum, sum vísir, at Massa hevur fingið fullu sjón sína aftur, skrivar Ferrari á heimasíðu sínari. Massa hevur hesa seinastu vikuna koyrt í einum simulator, og í dag skal fyri fyrstu ferð síðani vanlukkuna koyra í einum formel-1 bili.