Tað eru sjey ár síðani, at Valbjørn Dalsgaard gav skarvin yvir og stóra byggiverkætlanin undir Kongavarða steðgaði í hálvum gekki.
Síðani hava fleirtals grundstykkir staðið tóm frá Glyvursvegnum og inn til har fyrstu raðhúsini eru, og hava tey mest verið brúkt til at seta lastbilar, bátar og annað frá sær, meðan ókrútið so líðandi hevur tikið yvir.
Byggivirksemi hevur so einki verið á økinum, men nú eru nýggjar tíðir at hóma. Maskinur eru aftur at síggja undir Kongavarða, og er tað byggiharrin Jóan Petur Vang, ið hevur tikið yvir har Valbjørn Dalsgaard slepti.
Jóan Petur Vang hevur nevniliga keypt rættin at forleingja raðhúsini frá Tórshavnar kommunu, og er nú farin í holt við at byggja 32 raðhús. Sum sæst á myndini, so er tað arbeiðið nú byrjað.
Tórshavnar kommuna keypti fyri 2,5 árum síðani byggiøkið frá Eik Banka, og seldi ein part til Jóan Petur Vang. Omanfyri núverandi raðhús eru tó onnur grundstykkir, ið kommunan enn eigur.
Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, upplýsir fyri in.fo, at kommunan er í holt við at útbjóða 50 grundstykkir har.
- Tað verður gjørt tí eftirspurningurin eftir grundstykkjum í kommununi er so stórur. Um tey fyrstu 50 verða seld beinanvegin, so verða 50 grundstykkir aftrat útbjóða.










