Maskinmeistarar umhugsa at stevna SEV

Løgfrøðingurin hjá Maskinmeistarafelagnum, Páll Nielsen, fer nú at kanna møguleikarnar fyri at stevna SEV fyri sáttmálabrot

? Vit fara nú at kanna møguleikarnar fyri at stevna SEV eftir teimum pengunum, sum vit halda, at felagsskapurin skyldar okkara limum, sigur Zacharias Zachariassen, næstformaður í Maskinmeistarafelagnum.
Mikudagin vóru maskinmeistarar, sum eru í starvi hjá SEV, á fundi við nevndina, har sáttmálaviðurskiftini við SEV vóru á skránni. Nevndin var fyrr um dagin á fundi við SEV, men einki nýtt kom fram á tí fundinum.
? Vit halda framvegis fast við okkara rætt at leggja arbeiðið niður, men eitt so ógvusligt stig má umhugsast væl. Vit mugu troyta allar aðrar møguleikar, áðrenn tað hendir sigur næstformaðurin.
Zacharias Zachariassen ásannar, at eitt slíkt rættarmál kann taka langa tíð, men hetta er so næsti leikurin hjá Maskinmeistarafelagnum.
Annars tóku maskinmeistararnir hjá SEV undir við nevndini í felagnum, sum ikki góðtekur at fara aftur til gamla sáttmálan.