Tvey mál av Obafemi Martins vóru nóg mikið hjá Newcastle, sum í gjár vann 2-0 í heimadystinum móti Aston Villa.
Tað hevur annars ikki gingið nakað serligt hjá Newcastle hetta kappingarárið, men nú tykist vend verið komin í. Í øllum førum hevur liðið nú vunnið tveir dystir á rað, men tað tók sína tíð, áðrenn teir fingu bilbukt við Aston Villa í gjár.
Fyri steðgin misnýttu teir svørt/hvítu fleiri góðar møguleikar, men á tímanum skoraði Martins til 1-0, og tá smáir 10 minuttir restaðu legði Konas Guiterrez upp til seinna málið hjá nigerianska framherjanum.
Við sigrinum lyfti Newcastle seg upp um niðurflytingarstrikuna. Aston Villa kundi við einum sigri lyft seg upp á triðja plássið í Premier League.










