Landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum hevur í dag sett Martin Mouritsen í starv sum musikkskúlaleiðara.
Martin Mouritsen tók í 1986 musikkpedagogiskt prógv og í 1987 diplomprógv í klarinett frá Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn. Hann starvaðist sum klarinettlærari í Danmark frá 1979-86, og burtursæð frá skúlaárinum 1996-97 hevyr hann síðan 1986 starvast sum musikklærari í klarinett við Føroya Musikkskúla.
Umframt at vera musikklærari hevur hann m. a. verið leiðari fyri Føroya Symfoniorkestur síðan 1987, leiðari fyri Føroya Ungdómsharmoniorkestur síðan 1993, leiðari fyri fleiri orkestur innan Føroya Musikkskúla frá 1986 til 1996, leiðari fyri GHM frá 1986 til 1996, leiðari fyri Tórshavnar Kamarorkestur frá 1986 til 1990, formaður í Føroya Musikklærarafelag síðan 1993, stigtakari til og formaður fyri Yrkisfelag fyri Klassiskar Tónleikarar, limur í ráðleggingarnevnd Føroya Musikkskúla, limur í Pedagogisku nevnd Føroya Musikkskúla, limur í nevndini at endurskoða lóg fyri Føroya Musikkskúla og limur í Ljóðførisgrunni Føroya Musikkskúla.