Martin Joensen á Glyvrum við sínari list

Tað er í kvøld klokkan 20 - 2. hvítusunnudag - at Martin Joensen hevur listaframsýning í forkirkjuni í Glyvra kirkju.

Martin fer eisini at hugleiða og syngja egnar sangir, og eisini verður ein kaffimunnur at fáa.

Hann er kendur úr tónleiki, men hann er eisini kendur og hevur útbúgvið seg innan list og grafiskt arbeiði.

Martin hevur havt framsýningar eitt nú í Havn, Vestmanna og Fuglafirði.

Á framsýningini á Glyvrum í kvøld verða umleið 10 málningar og tekningar, sum hann hevur gjørt árini 2012 og 2013.

Í sambandi við upplatingina í kvøld verður lítil konsert, har Martin Joensen fer at framføra nakrar av sínum sangum.