HB vann í gjár 2-0 á 07 Vestur í 1. umfari í Effo-deildini. Tað gingu bara tríggir minuttir, so meddaði Martin Bergvold bóltin í málhornið í sínum fyrsta dysti.
Til ber at síggja málið við at trýsta HER (Kvf.fo)
Danski miðvallarin er helst navnframasti útlendski spælarin í føroyskum fótbólti í dag. Tað bleiv eisini nógv gjørt burturúr, tá hann kom til HB.
- Bólturin kom útfrá til mítt høgra bein, sum ikki er mítt besta, men tíbetur fór bólturin í málið. Byrjanin kundi ikki verið betri, sigur Martin Bergvold við 3-2 sendingina hjá Kringvarpinum.
HB vann dystin 2-0. Løtu seinni økti Símun Samuelsen til 2-0, sum bleiv úrslitið.