Marokanski venjarin: Vit eru "Rocky Balboa" undir HM

Walid Regragui, landsliðsvenjari hjá Marokko samanber liðið hjá sær við víðagitnan nevaleikara í filmssøguni

- Vit eru "Rocky Balboa" í hesi HM-kappingini. Hesi samanberingina brúkar marokanski venjarin, Walid Regragui um undirmetta liðið hjá Marokko, ið við krútsterkum verjuspæli hevur tikið øll á bóli, og hevur koppað bæði Spania og Belgia í áttandaparts- og fjórðingsfinalunum.

 

Walid Regragui sipar til nevaleikaran, Rocky Balboa sum Silvester Stallone spælir í fimm filmum, ið vóru framleiddir millum 1976 og 1990. 

 

Marokko spælir í kvøld klokkan 19 týdningarmesta dystin í søgu landsins, tá teir fara á vøllin í Katar at spæla móti gamla hjálandaveldinum, Fraklandi.

 

Marokko hevur higartil bert fingið eitt mál ímóti sær í HM-kappingini, og tað var eitt sjálvmál teir gjørdu móti Kanada í innleiðandi bólkaspælinum. 

 

Veddingarfyritøkurnar hava Frakland sum favoritt, men Marokko hevur verið "underdog" í næstan hvørjum dysti, og teir hava størra partin av áskoðarafjøldini við sær, so alt kann henda.