Tann 10. september skipar Føroyahúsið í Keypmannahavn og Tutl fyri stórum tiltakið við Marnar&Árna.
Talan verður um fernisering um dagin. Enn er ikki greitt hvør hevur ferniseringina.
Eftir hetta verður matur á skránni, og felagssangur við Marnar&Àrna.
Og tá ið klokkan slær 22.00 verður dansur á skránni við populeru føroyingunum. Haraftrat verður diskotek við Gissur Patursson.