Marna Egholm vann fyri løtu síðani silvur í hálvum marathon á oyggjaleikunum í Álandi.
Hitt silvurheiðursmerki vann Marna Egholm á 10.000 metrum.
Marna Egholm kom á mál í hálvum marathon við tíðini 1.19.18.
Vinnarin, Louise Perrio úr Guernsey vann við tíðini 1.19.06. Sama Louise Perrio vann eisini á Marnu Egholm í kappingini á 10.000 metrum.










