Ólavur í Beiti
? Føroyski búskapurin er viðbrekin, tí vit mestsum bert hava fiskivinnuna at liva av, sum er. Royndirnar at skapa nýggjar vinnur, ið ikki eru tengdar at fiskivinnuni, hava ikki allar givið tað, ið vónir hava verið um. Hóast hugflogið er stórt, og ávís menning er innan fleiri øki, eru summir áhugaverdir møguleikar næstan ikki royndir og enn minni stuðlaðir fíggjarliga ella moralskt, sigur Kristian Magnussen í viðmerkingunum til uppskot Javnaðarfloksins.
Og víðari sigur hann, at í Føroyum hava vit ein hóp av evnaríkum tónleikarum, ið skapa tónleik á sama góðskustøði sum tónleikur, ið er at hoyra á alheims hitlistum. Trupulleikin hjá føroyskum tónleikarum er, at tað er fíggjarliga tungt at fáa givið tónleikin út og fáa fíggjarligt avkast í einum so lítlum marknaði sum tí føroyska. Flestu tónleikarar forvinna ikki eitt oyra av útgávum sínum, men standa ofta eftir við skuld, tá gjørt verður upp.
Fyrstafloks vøra
? Hóast vøran er fyrstafloks og saktans kundi verðið seld uttanlands, so er fíggjarliga orkan brúkt, tá tónleikurin er komin á føroyska marknaðin, og ofta manglar eisini vitan til marknaðarføring uttanlands.
? Alheims tónleikaídnaðurin er ein fíggjarligur risi, og ein føroyskur tónleikabólkur við røttu marknaðarføringini og nakað av hepni kann útvega nýggj arbeiðspláss og stórt fíggjarligt íkast til føroyska búskapin. Eydnast tað at fáa viðurkenning og gjøgnumbrot á alheims marknaðinum, eru stórir møguleikar fyri víðari menning. Møguleikarnir eru bæði innan tónleik, við sangi bæði á enskum og føroyskum máli og instrumentalum tónleiki.
Spurningur um trúgv
? Onkur tingmaður heldur kanska, at vit hava annað at nýta skattaborgarans pening til enn til tílíkar royndir, ið eingin vissa er fyri fer at geva nakað av sær. Men neyðugt er, at vit trúgva uppá, at tað neyðuga potentiali og áræði er innan føroyskan tónleik.
? Fyri at vísa á, hvørjir møguleikar eru í hesari vinnu, kann nevnast, at svenski tónleikaídnaðurin gevur meira av sær av útlendskum peningi til svenska statskassan en nøkur onnur serstøk vinna, og danski tónleikaídnaðurin til útflutnings gevur fleiri hundrað milliónir í danska ríkiskassan árliga.
1 mió. kr
? Ein fyritreytin fyri, at henda vinna kann kasta nakað av sær og geva eitt íkast til føroyska samfelagsbúskapin og útvega fleri arbeiðspláss, er, at hon verður stuðlað fíggjarliga frá almennari síðu. Neyðugt verður eisini at lata henda stuðul í ávíst áramál, hóast einki ítøkiligt spyrst burturúr at byrja við. Vísast skal eisini á, at peningurin, ið verður settur av á fíggjarlógini, ikki verður játtaður nakrari umsókn, um góðskan ikki verður mett at vera í lagi.
? Løgtingið tekur á hvørjum ári í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini støðu til, hvør upphædd skal setast av til at fremja endamálið við lógini. Mett verður, at 1 mió.kr. árliga er ein hóskandi upphædd, sigur Kristian Magnussen at enda í viðmerkingunum til uppskotið.