Fyrrverandi stjórin í tjóðbankanum, Mark Carney, varð í dag tikin í eið sum forsætisráðharri í Kanada og kom beinanvegin hørðum atfinning mótvegis USA og Donald Trump.
Carney var til fyri nøkrum árum síðani stjóri í Bank of Englandog stjóri í Bank of Canada.
Hann tekur við embætinum sum kanadiskur forsætisráðharri undir spentari støðu við USA, sum hevur hækkað tollin.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur eisini sagt, at hann vil hava Kanada at vera 51. staturin í USA.
- Vit fara ongantíð, nakrantíð, á nakran hátt at gerast partur av USA, segði Carney á sínum fyrsta tíðindafundi sum forsætisráðharri.
Hann sigur eisini, at tosið um Kanada sum 51. amerikanska statin er "ørt".
Carney varð um vikuskiftið valdur sum nýggjur formaður í Liberala Flokkinum í Kanada og tekur nú eftir Justin Trudeau sum forsætisráðharri.
Fyrrverandi tjóðbankastjórin segði mikudagin, at hann vildi gjarna hitta Trump, tá ið tað er “virðing fyri kanadiskum fullveldi”.
Hóast Carney er ein rættiliga óroyndur í politikki, so hava søgur leingi verið um politisku ambitiónir hansara.
Hann varð valdur við sannførandi 85,9 prosentum av atkvøðunum sum formaður í Liberala flokkinum.
Men Carney hevur avbjóðingar bæði í uttanríkis- og innanríkispolitikki.
Stjórn hansara fer væntandi ikki at vara serliga leingi. Keldur í Liberala Flokkinum siga, at hann helst fer at útskriva val innan næstu tvær vikurnar.
Skuldi hann broytt hugsan um tað, kundi minnilutastjórn hansara verið í vanda fyri at falla av misáliti seinast í mars.
Í næstu viku fer Carney væntandi til London og París.
Hetta verður ein liður í royndini hjá Kanada at styrkja sambandi við Evropa undir kølnaða sambandinum við Trump og USA.
Tá Trudeau boðaði frá, at hann fór at leggja frá sær sum kanadiskur forsætisráðharri í januar, var tað eftir næstan eitt áratíggju sum forsætisráðharri í heimsins næststørsta landi eftir vídd.
Ritzau/Reuters