Marita var merkiskvinna

Marita Petersen var ein merkiskvinna og ein framúr góður starvsfelagi. Hon var heil, og hon var sterk, har hon var. Sera virkin og sera nærløgd i øllum tí, hon fekst við. Soleiðis minnist Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, Maritu Petersen

 

 

Marita Petersen okkara fyrrverandi løgmaður og okkara fyrrverandi løgtingsformaður er farin bert 60 ára gomul. Men fyri okkum í Javnaðarflokkinum var hon harumframt eisini okkara fyrrverandi formaður og starvsfelagi. Mær untist at starvast saman við Maritu bæði í Tinganesi og í Løgtinginum í nøkur ár, og kann eg tí av røttum siga, at hon var ein merkiskvinna og ein framúr góður starvsfelagi. Hon var heil, og hon var sterk, har hon var. Sera virkin og sera nærløgd i øllum tí, hon fekst við. Umframt at hon lagaði nýggjar glæsiligar varðar í kvinnupolitisku søguni, so var hon fyrst og fremst politikkarin framum aðrar, sum vildi nakað. Hon hevði eitt sera sterkt hugsjónaliga grundstøði, sum hon bygdi allan sín politikk á. Og hon vildi framá, og var hon eisini politkkarin, sum tók stig til at fáa eina nýggja stýrisskipan, sigur formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard.

 

Marita Petersen sat sum fremsti politikkari okkara í svárastu krepputíð, hetta samfelag hevur upplivað. Og hetta var sanniliga ikki bara sum at siga tað. Ein kreppa fyri og onnur eftir var dagligi kosturin í hennara løgmanstíð. Men við stoltleika, styrki og nærlagni loysti hon uppgávurnar, og vann sær sjálvum og løgmansembætinum stóra virðing bæði her heima hjá okkum og uttanlands, og tað eiga vit allir føroyingar at vera henni takksamir fyri. Hon var av sonnum við til at leggja lunnar undir nýggjar tíðar og nýggjar møguleikar í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard.

 

Føroya Javnaðarflokkur sendir Kára og synunum við familjum okkara samkenslukvøðu, nú tit øll hava mist eina sterka konu, mammu, vermammu og ommu.

 

Føroya Javnaðarflokkur lýsir í takksemi og virðing frið yvir minni um okkara fyrrverandi formann og starvsfelaga Maritu Petersen, endar Jóannes Eidesgaard.