Marita Hermansen og Christina Holm til Neistan

1. kvinnulið hjá Neistanum missir fleiri týðandi spælarar komandi kappingarár, og tí hevur felagið roynt finna sær styrk aðrastaðni

Eftir, at tað gjørdist greitt at 1.kvinnulið hjá Neistanum missir fleiri týðandi spælarar komandi kappingarár, hevur felagið verið úti um seg eftir spælarum. Nú er so greitt, at málverjin, Marita Hermansen og strikuspælarin Christina Holm verða at síggja í Neistanum komandi ár.

Marita Hermansen kemur heimaftur úr Kyndli, har hon hevur spælt í nøkur ár. Marita spældi ungdómsárini í Neistanum, og hevur nú valt at venda heimaftur til barndómsfelagið. Málverjin var ikki við teir flestu dystirnir hjá Kyndli í fjør, men í ár ætlar hon at gera meir við hondbóltin.

Sterki strikuspælarin, Christina Holm, kemur úr VB, og skal ivaleyst loysa ársins spælara í fjør, Gunnleyg Berg, av. Christina var so óheppin at slíta hælsinuna í fjør, og tí er hon í løtuni til uppvenjingar. Úr Neistanum siga tey, at uppvenjingin gongur væl, og væntast kann, at Christina byrjar at venja saman við hinum Neistakvinnunum seinast í august mánáð. Umframt Christinu og Maritu, so hevur verið greitt í eina tíð, at Jórun Ludvig eisini fer at spæla fyri Neistan komandi kappingarár.

Aftrat Gunnleyg Berg, so missir Neistin eisini, Katrina á Neystabø, Biritu Wardum og Anniku Thomsen komandi kappingarár. Úr Neistanum verður sagt, at tá felagið missir so týðandi leikarar, er felagið noytt at finna styrk aðrastaðni.

1. kvinnulið hjá Neistanum fer undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár fyrst í august mánað.