Marin var ættað av Oyri, dóttir Sara Maria Danielsdatter (1786-1877) og Poul Joensen (1786-18589, kongsbónda. Marin giftist við Mourits Mohr, kongsbónda í Hoyvík. Hann var sonur Peder Mohr og Elisabeth Mariane Hammershaimb. Tann kendi vísindamaðurin Nicolaj Mohr var abbi Mourits.
Pápin doyði longu í 1831, tá Mourits var 11 ára gamal. Mourits festi í 1837, bert 16 ára gamal, og hann má hava verið ein sera sjáldsamur drongur. Hann var ikki meira enn 18 ára gamal, tá ið hann sjálvboðin og fyri egnan kostnað fór tann kenda túrin við Pløyen í 1839 til tað meira enn Føroyar framkomna Hetland.
Eitt hugskot, teir komu aftur við úr Hetlandi var línan. Mourits man hava verið ein tann fyrsti, sum royndi henda forkunnuga reiðskap. Tá hann kom aftur av hesi ferðini, fór hann at royna línufiskiskap, og hann setti kalvalínu frá lendingini á Hólminum. Hann ringdi hana um Hólmasund og fekk 4 kalvar á. Men føroyingar vóru konservativir, og tað var nógv mótstøða móti línuni, tí hon var søgd at oyða fiskastovnarnar! Tað gingu nógv ár, áðrenn hon varð viðurkend.
Marin tekur við
Mourits var bert 37 ár, tá hann doyði í 1857, so hann fekk ikki roynt seg til fulnar. Hann doyði í 1857 av lungnabruna aftaná várfjall. Hann hevði sitið hvítklæddur og roytt eftir at vera komin sveittur og heitur á rætt. Eftir hann sótu konan og 10 børn, eitt barn var tá deytt.
Eftir hann stýrdi konan Marin garðinum. Hon var hildin at vera dugandi bóndakona, ið hevði stak góði evni til at stíla fyri øllum arbeiði bæði innan og uttandura. Hon legði vegin, ið liggur gjøgnum bygdina.
Marin átti Tindhólm. Hann setti hon í veð, tá ið synirnir keyptu sluppina »Nordlyset.« Tíverri gekk hon burtur fyrsta árið, og Marin mátti selja Tindhólm.
Meðan Mourits var bóndi, var Hvítanes bygd í 1837 og settust 6 mans niður her, fimm úr Kollafirði og ein úr Lamba. Lendið til Hvítanes kom av Hoyvíksfestinum.
Hevði vitjan av kongi
Í Havnar Søgu verður sagt, at Marin, ið sat einkja við 10 børnum og tó við trimum arbeiðskonum og tveimum húskøllum, røktaði garð sín so væl, at tá ið Christian 9. kongur saman við soni sínum Valdemar var í Føroyum í 1874 og vildi síggja ein føroyskan bóndagarð, varð hann fylgdur niðan til Hoyvíkar.
Marin í Hoyvík tók ímóti kongi, prinsi, greivum, barónum og øllum tí stóra fylgi á ein sera hábærsligan hátt. Borðreitt var í glasstovuni, har ein hugnaligur hiti breiddi seg frá bíleggaraovninum frá Norsku Løvu við árstalinum 1707 á. Dúkurin, ið borðreitt var á, er enn í varðveitslu hjá ommudóttir hennara í Lítlu Tvørgøtu, og verður hann róptur Christian hins níggjunda dúkur.
Kristina Grumstrup í Danmark, fødd Dam og uppvaksin í Vestmanna, greiðir frá, at tá omma sín, Anna Kristina Joensen av Oyri, gift við Hans Jacob Vang Dam í Vestmanna, var hjá pápasystrini, Marin í Hoyvík í 1874, var tað heimið útnevnt til fínt heim, sum kundi taka ímóti teimum kongaligu. Hon sigur frá:
»Omma hjálpti til at seta á borðið, og tá kongur bar eyga við hana, tók hann hana og setti seg undir hana og segði, at hon var tann vakrasta genta, hann nakrantíð hevði sæð. Hann stakk tá hondina í lumman og tók fram eitt ilmvatnsegg og segði, at hon skuldi eiga tað, tí hon var so vøkur. Ilmvatnseggið varð hennara dýrasta ogn.
Ofraði Tindhólm fyri Havnina
Marin sat leingi við festinum í Hoyvík. Tey áttu sum sagt Tindhólm, sum er tvær merkur, og sum gav tveir oksar í leigu fyri árið. Aðrir hoyvíksbøndur høvdu áttu Tindhólm frammanundan. Marin átti í 1880 Tindhólm einsamøll. Við skeyti frá 24. juli 1880 seldi Vilhelm Mohr við fulltrú frá mammu síni Dánjali Niclasen, Ríka Dánjali, í Sørvági aðra mørkina fyri kr. 6.400. Sagt verður, at Óla Hans uppi í Lofti bar allan peningin í einum posa á bakinum eftir oyggj til Hoyvíkar. 13 gyllin vórðu seldar til tveir kongsbøndur í Bø í 1891. Tær seinastu 3 gyllinar lat Marin einum soni í 1893.
Tað hevur verið sagt, at Marin stuðlaði synum sínum, tá teir fingu sær skip. Á tann hátt var hon Havnini ein góð kona, tí synirnir áttu fleiri skip tilsamans einsamallir ella saman við øðrum. Men hetta kostaði henni Tindhólm.
Fingu 11 børn
Marin var 40 ár, tá ið hon maðurin doyði, og hon sat einkja í 50 ár til 1907, tá ið hon doyði 90 ára gomul.
Tey fingu tilsamans 11 børn, og tey vóru:
Peter, vanliga nevndur Per, (1842-1920), giftist við Elsebeth Marie Olsen úr Hvalbæ (1855-1945.)
Daniel Pauli (1844-1914). Ógiftur
Elsebeth Mariane (1846-1921), gift við Niels Christoffer Winther (1843-1934), sýslumann á Sandi og í Vestmanna
Sara Marie Louise (1847-1853)
Mourits Nicolaj (1849-1917) giftur við Onnu Poulsen (1860-1947)
Hans Martin (1849-1910) giftur við Poulinu Eiriksdóttir úr Íslandi (1862-1941.)
Elieser (1851-1943) gift við Henriette Elisabeth Jacobsdatter (1863-1929)
Henrikke Sophia Malvine (1851-1923) gift við Jens Egholm, skómakara (1853-1912.)
Johan Vilhelm (1853-1941) gift við Susanne Marie Davidsen (1858-1942.)
Jens (1854-1931) gift við Maren Margrethe Elisabeth Evensen (1864-1934)
Mourentza Martine (1857-1909) gift við Peder Skeel Nolsøe (1865-), kongsbónda í Kaldbak.
Fleiri av børnunum eru umrødd í hesi røð. Annars var ættarmót fyri eftirkomarar hjá Marin og Mourits fyri nøkrum fáum árum síðani, og tá vísti ættartalvan, at Marin og Mourits høvdu einar 900 eftirkomarar. Hetta tal man vera komið um 1.000 nú. Nógv teirra hava eisini gjørt seg galdandi í okkara samfelag.
Marin og Mourits liggja í hvør sínum kirkjugarði Mourits liggur við Havnar Kirkju og Marin liggur undir Svínaryggi. Bæði hava ein sjónligan gravstein. Spurningurin kundi verið, hví Mourits liggur við Havnar Kirkju, hóast kirkjugarðurin undir Svínaryggi, tá langt síðani var tikin í brúk. Og hví liggur Marin ikki hjá manninum?