Maria Winther Olsen vunnið 100.000 kr til filmsætlan

Tað er ein filmur um tunglyndi og ótta og tað at vera bundin av einum øðrum menniskja, segði ein týðuliga rørd Maria Winther Olsen, eftir at hon varð kosin vinnari.

Tað er ein filmur um tunglyndi og ótta og tað at vera bundin av einum øðrum menniskja, segði ein týðuliga rørd Maria Winther Olsen, eftir at hon varð kosin vinnari.

 

Tað er ein vinningur frá Spot Festivalinum upp á 100.000 krónur til eina filmsverkætlan, sum Maria Winther Olsen í kvøld vann.

 

– Eg veit ikki, hvat eg skal siga fyri at vera heilt erlig, segði Maria Winther Olsen við TV2.

 

– Eg hevði bara ikki roknað við tí, og eg eri bara so errin fyri at sleppa at pitche mítt hugskot, segði hon beint eftir, at hon varð kosin vinnari.

 

Handanin fór fram í Øsdt for Paradis í kvøld. Í dag hevur dómsnevndin hugt nærri upp á fimm filmsverkætlanir, og tey halda, at hugskotið hjá Mariu Winther Olsen var hitt besta.

 

Til ber at lesa meira og at síggja samrøðu við Mariu Winther Olsen á TV2 VIÐ AT TRÝSTA HER