Eftir at hon datt mikukvøldið, er Margreta drotning framvegis innløgd á Rigshospitalet í Keypmannahavn, vísa upplýsingar frá Ritzau.
Drotningin varð flutt á sjúkrahús eftir at hon datt mikukvøldið á Fredensborg slotti, boðaði Lene Balleby, samskiftisleiðari hjá kongshúsinum frá skrivliga í gjár.
- Eftir umstøðunum hevur drotningin tað gott, men er fyribils innløgd til eygleiðingar, segði hon.
Kongshúsið hevur í løtuni ikki fleiri upplýsingar um drotningina.
Seinnapartin hósdagin hoyrdist frá soni hennara Fríðriki kongi, at hann ikki hevði vitjað hana enn. Um hann síðani hevur verið og vitjað mammuna, er óvist.
- Eg havi ikki havt møguleikan at vitja hana enn, men eg havi tosað við hana, og hon hevur tað gott, og eg eri sera greiður yvir hennara viðgerð á Rigshospitalet, sigur hann við B.T. í gjár.
Kongurin ferðast uttanlands í dag.
Tað sæst í kalendaranum hjá kongshúsinum, at Mary drotning er ríkisleiðari í dag, í morgin og sunnudagin. Kongshúsið váttar fyri Ekstra Blaðnum, at kongur ikki er í Danmark.
- Vit kunnu staðfesta, at H.M. Kongurin um vikuskiftið er á privatari uttanlandsferð, upplýsir kongshúsið fjølmiðlunum.
Tað var so sent sum mikudagin, at 84 ára gamla drotningin luttók í setanini av sclerosuráðstevnu, og mánadagin var hon í Rungstedlund fyri at handa Rungstedlundsvirðislønina.
Hóast drotningin legði frá sær í januar, hevur hon framvegis fleiri embætisskyldur.
Tá drotningin í nýggjársrøðu síni í fjør boðaði frá, at hon fór at siga trónuna frá sær til elsta sonin, læt hon hyggjararnar vita, at ein skurðviðgerð frammanundan hevði fingið hana at umhugsa støðu sína.
Í februar 2023 varð hon skurðviðgjørd í rygginum, sum sambært henni gekk væl.
/Ritzau/