Marcell skoraði tvær ferðir

Marcell Balok, sum fyrr í vár var skaddur í fleiri vikur, tykist rættuliga at vera komin fyri seg. Aftur í dag vísti hann á næstbesta liðnum hjá EB/Streymi, hvussu málsøkin hann er.

Í dag hevði EB/Streymur vitjan av B68, og heimaliðið vann 4-1. Marcell Balok setti hol á eftir eitt korter, og ellivu minuttir seinni økti hann til 2-0. Í báðum førum var tað eftir kiksaðar rangstøðufellur, og eftir at Marcell hevði sneitt seg framvið B68 málverjanum Petur Meinhard Magnussen.

Eftir hálvan tíma økti Esmar Eiðisgarð um munin til 3-0, og ein minutt undan steðginum minkaði Emil Olsen um munin, eftir at hann hevði sneitt seg leysan í vinstru.

Tíggju minuttir undan leikloki staðfesti Teitur Joensen 4-1 heimasigurin eftir innlegg úr høgru.