Maradona vil venja landsliðið

Diego Maradona segði í samrøðu fríggjadagin, at hann er til reiðar at taka við sum argentinskur landsliðsvenjari. Ein sessur, sum gjørdist tøkur, eftir at Alfio Basile segði seg úr starvinum hósdagin. – Eg eri púrasta til reiðar, um tørvur skuldi verið á tí, og eg vildi verið ovurfegin, um eg fekk áheitanina. Hvør hevði ikki verið tað, sigur Maradona. Í argentinsku miðlunum verður tó ikki roknað við, at Maradona verðu nýggjur venjari. Hinvegin verður roknað við, at ein annar fyrrverandi spælari – Gabriel Batistuta – er favorittur til sessin. Batistuta vandi eisini liðið, sum vann OL-gull í Beijing í summar.