Miðlarnir í Argentina vita, sambært Reuters, at Diego Maradona fer til London í næstum at fundast við eitt felag.
La Nacion og Carlin, sum eru mest lisnu tíðindabløðini í Argentina, skriva, at Maradona fer til Onglands í næstum.
- Ja, eg skal práta við eitt felag. Um tilboðið er nøktandi, so vísi eg tí ikki aftur, sigur hann við Clarin. Hann vil ikki avdúka, hvat felag, talan er um, men bløðini siga seg vita, at tað er Fulham.
- Eg havi ongan tørv at fara aftur í venjarasessin, men eg veit, at eg fari at royna meg sum venjara aftur, sigur Maradona, sum takkaði fyri seg sum landsliðsvenjari í Argentina síðsta summar.










