– At leggja eykaskatt á fyrsta lið gjøgnum tilfeingisgjald er í longdini sum at skjóta seg sjálvan í fótin, og minni fæst burturúr tá samanum kemur. Tað siga Skipara- og Navigatørfelagið og Fiskimannafelagið í felags skrivi saman við einum bólki, ið undirskrivar seg ”manningarnar á føroyskum uppsjóvarskipum".
Í skrivinum, sum er dagfest í dag og stílað løgtinginum, landsstýrinum og løgmanni, harmast tey um ein ”órímiliga og óproduktivan eykaskatt” á vinnuna.
Á tingfundinum, sum byrjar klokkan 10 fyrrapartin í morgin, fer løgtingið at viðgera uppskot um at leggja tilfeingisgjald á eina krónu fyri hvørt kilo av makreli og 50 oyru á hvørt kilo av norðhavssild. Gjøldini eru ávíkavist 25 og 15 oyru hægri enn lagt varð á somu fiskasløg í fjør.
Í felags skrivinum verður mótmæli hesi gongd.
– Vit meta at talan er um ein órímiligan og óproduktivan eykaskatt, sum hvørki er burðardyggur ella gagnligur fyri samfelagið, og sum samstundis kann umboða eina hóttan móti tilverugrundarlagnum hjá fiskivinnuni, stendur millum annað í felags skrivinum.
Víðari skriva feløgini:
– Skilabetri man vera at lata vinnuna fáa sum frægast burturúr, soleiðis at neyðugar inntøkur til tað almenna kunnu fáast úr fleiri liðum. Taka vit eitt feskt dømi sum Varðin Pelagic, so er greitt at í fyrsta liði forvinna fiskimenn pening og gjalda væl í lønarskatti fyri hetta; í øðrum liði fær reiðaríið í Gøtu rakstraravlop og rindar skatt av hesum; í triðja liði setir felagið part av sínum avlopi í nýtt virki á Tvøroyri, har fólk fáa arbeiði og rinda skatt av sínari løn; í fjórða liði rindar Varðin Pelagic skatt av møguligum rakstraravlopi, í tann mun hetta ikki verður brúkt til nýggjar íløgur; í fimta og sætta liði forvinna undirveitarar og teirra starvsfólk pening við at selja vørur ella tænastur til virkið, og rinda skatt av avlopi og lønum. At leggja eykaskatt á fyrsta lið gjøgnum tilfeingisgjald er í longdini sum at skjóta seg sjálvan í fótin, og minni fæst burturúr tá samanum kemur.”
Alt skrivið frá Skipara- og Navigatørfelagnum, Fiskimannafelagnum og bólkinum, ið undirskrivar seg ”manningarnar á føroyskum uppsjóvarskipum”, kann lesast við at TRÝSTA HER.










