Manningar á Brandi Sigmundarson hittast

Fyri 50 árum síðan:

Nú 50 ár eru liðin síðan trolarin Brandur Sigmundarson kom til Føroyar tann 17. mars 1960, er ætlanin at manningarnar, sum hava siglt við trolaranum, hittast aftur til eina hugnaløtu á Hotel Føroyum fríggjadagin 12. mars. Hugnaløtan byrjar kl. 17, og borðhaldið verður kl. 19.