Steðgurin í Vágsbotni var eitt tað besta høvi hjá havnarborgarum at heilsa upp á kongaligu gestirnar, og tað sást eisini aftur. Mannfjøldin var rættuliga stór, og nógv børn vóru komin oman og stóðu og veittraðu bæði við Dannebrog og Merkinum. Eisini í bygningunum kring Vágsbotn var nógv fólk at síggja, sum stóðu í vindeyganum og royndu at fáa eyga á kongaligu gestirnar.
Úr Hobart til Havnar
Áðrenn kongaliga fylgi steðgaði í Vágsbotni, høvdu krúnprinsahjúnini lagt leiðina framvið, tá ið tey gingu úr Dómkirkjuni niðan í Margarinfabrikkina. Í hesum sambandi bóru tey bæði eyga við stóru plakatina, ið var hongd upp á Miðlahúsið í Vágsbotni. Á plakatini var ein mynd av krúnprinsessuni, og teksturin ljóðaði "vælkomin Mary úr Hobart til Havnar".
Tað var ikki sørt, at plaktin fekk tað heilt stóra smílið fram hjá krúnprinsessuni.
Tá ið tey løtu seinni steðgaðu í Vágsbotni var tað ikki frítt, at krúnprinsessan hevði hug at skeita upp á plakatina enn einferð.
Eftir at kongaligu gestirnir høvdu heilsað upp á allar býráðslimirnar og makar teirra, helt borgarstjórin eina røðu, har hann millum annað greiddi frá standmyndina av Nólsoyar Páll, og um søguligu bygningarnar í Vágsbotni.
Heðin Mortensen hevði eina serliga heilsu til krúnprinsessuna, tí at talan var um fyrstu vitjanina hjá henni her á landi.