Mannfólkablað er fallið fyri føroyskari kvinnu

Danska mannfólkablaðið M! ger á sínari internetsíðu nógv burtur úr føroyskari kvinnu, sum teir hava sett í miðdeplinum í táttinum, tey kalla ”Månedens crush”.

Karin Maria Christiansen, sum tekur hægri útbúgving í Danmark, hevur áður verið í M!, har kvinnur stundum verða avmyndaðar uttan stórvegis klæði, og nú hevur hon aftur latið seg avmynda til blaðið, umframt at hon svarar spurningum um føroyskar menn, piercing og annað.

Her ber til at lesa meira um Karin Mariu Christiansen.