Manhertha Andreasen 85 ár

Mánadagin, 7. juli 2003, fyllir Manhertha Andreasen í Fuglafirði 85 ár

Ja mamma, tú skuldi eisini hava tini ár. Nú verður tú 85, tað er ein høgur aldur.Tú hevur verið ein megnar kona, vermamma, móðir og omma, altíð hevur tú verið fús á fótum, tá vit eru konin til tín, ein drekkamunn og mangt annað gott. Mamma hon er dóttir Annu, sum var jarðarmóðir og húsmóðir í Eysturoynni og Albert Eldevig, ið var fiskari. Hon giftist við Ingjald Andreasen, sum var sonur Jolinu, fagfelagskvinnu og húsmóðir, og Tummas Andreasen, timburmann, øll tilflytarar til Fuglafjarðar. Mamma, tú gjørdist einkja fyri knapt 18 árum síðan, tað var bert 5 dagar eftir at tú sjálv hevði føðingardag. Tú hevur altíð duga væl at tikið tær av øllum, eisini um tað hevur gingið minni gott í familjuni, ein klók megnar kvinna. Tit bæði, pápi og tú, arbeiddu væl saman við at klára tykkum. Tað var ikki bara sum at siga tað í fimmtiárunum, tað kann eg væl minnast, pápi koyrdi lastbil og tú arbeiddi fisk. Um summarið vart tú saman við hinum fiskakonunum og breiddu fisk út á fiskastykkinun. Eg kann gott minnast, tá vit syskini komu úr skúlanum, gekk leiðin til tín í fiskaarbeiði, at tú mamma hevði bæði mat og okkurt at drekka til okkum, tað var ikki sodavatn sum nú, nei mjólk ella ein góðan temunn. Tá vit vóru liðug at eta, fóru vit sum oftast at hjálpa teimum at breiða fisk ella at stakka upp fisk. Hjá S.P.P arbeiddi mamma tað mesta eg kann minnast. Hjá okkum var ikki nøkur beinleiðis løn, men foreldur okkara fingu sum regul okkurt gott til húsið, ja tað kom eisini væl við. Hesir menn hjá gamla Sámal Peturi, sum teir vóru góðir vi okkara hús, ein sonur hansara var lærari, Sigurd lærarin, nevndur, hann gav eisini okkum nakað gott til lívið, so lønin kemur ikki bara við peningi men eisini við menniskjaligheit. Mamma okkara hevur eisini prøvað at rikið handil við grill og kantinu á handils- og frystivirkinum í Fuglafirði, sum Skipafelagið átti, og har arbeiddu tit bæði gott saman, tú og pápi, hann plagdi at rudda upp í kantinuni, eftir at arbeiðsfólkini høvdu eti. Eg, sum arbeiddi har sum elektrikari og kølimaður, stóð mangan og betraktaði tykkum, hvussu góð hjún tit vóru, tað gav mær eina stóra gleði at síggja hetta. So gavst mamma at passa kantinuna og fór í fiskaarbeiði hjá sama virki, sum hon hevði passa so væl í nógv ár, fyrst sum leigari fyri virkið og síðan sum sjálvstøðug. Nú ert tú vorðin so gomul og orkar ikki meira og mást fáa hjálp frá øðrum, vil eg takka tykkum økissjúkrasystrunum og tykkum, sum arbeiða við mammu, tá henni krevst hjálp til medisin og annað sum hon krevur at fáa. Eisini til læknan sum mamma heldur so nógv av, hann gevur sær tíð til at tosa við hana. Hon er blivin so veik nú tað seinasta ári, og tú økissjúkrasystirin fyri heimahjálparar saman við tínun medarbeiðarum, tit í Vesturstovu, og tit heimahjáparar sum koyra mammu til umlætting í Vesturstovu um morgunin og aftur í hús hennara at sova um náttina, ja tað er næstrakærleiki, so tað forslar. Gott tit røkta mammu. Øll sum ein, ja fyri mær kundi mamma verið mamma tykkara, so góð tit eru við mammu mína og vermamu og ommu okkara, ja tit sum eru avarðandi og koma at vera tað, ja tit kunna føla tykkun trygg hjá hesum røktarfólkum framyvir.

Tillukku okkara kæra mamma, vermamma, omma, veromma og langomma. Gud vælsigni teg og okkum øll framyvir.

Familjan

Ingi Andreasen

Kambsdal