Mangt skal man hoyra

Sólfríð Fjallsbak, ein mamma í Miðvági

Oyvindur Brimnes heldur ikki at nakar trupulleiki er við ferðsluni ígjøgnum Miðvág. Eg kundi hugsa mær at vita, nær hann hevur steðgað í Miðvági seinast. Nær hann seinast hugdi eftir hagtølum yvir, hvussu nógv ferðsluóhapp henda her. Um hann veit, hvussu nógvir bilar og hvussu skjótt teir koyra ígjøgnum bygdina. Og hvussu nógvar barnafamiljur og eldri fólk búgva fram við motorvegnum gjøgnum Miðvágs bygd. Nú sigur hann, at ferðgáar koma upp skjótt. Tað ljóðar gott og tað gleða vit okkum til, men tað er ikki nóg gott, her má meira gerast. Okkara uppskot er at fáa fótgangarfeltir líknandi teimum, sum eru uttan fyri SMS í Havn. Men ferðgáar er ein góð fyribils loysn.
Oyvindur Brimnes heldur, at tað er okkara uppgáva sum foreldur at ansa eftir okkara børnum. Hvar hevur tú verið? Tú hevur fullstendiga misskilt kjakið og endamálið her!!! Vit ansa eftir okkara børnum, men tað ger ikki vegin tryggari! Í 2004 vóru tvær ferðir ferðsluóhapp, har bilarnir endaðu inni í garðinum hjá okkum, og tað er har børnini spæla!! Skilir tú? Her búgva nógv børn báðu megin vegin, tey eru jøvn á aldri, so sjálvsagt vilja tey spæla saman. Og sjálvt um vit sum foreldur aloftast fylgja teimum yvirum vegin, so verða tað altíð løtur, har tað hendir, at børnini renna yvirum, uttan at hyggja seg fyri, tí tað gera børn! Børn eru børn, og við hvørt gloyma tey tíð og stað. Tí hava vit brúk fyri, at ferðslureglanir vera yvirhildnir gjøgnum bygdina, og ongantíð betur, enn at ferðin bleiv sett enn meiri niður, t.d. til 30km/t. Og tað er nú einaferð tit á Landsverkið, sum hava stórstu ávirkanina á, um ferðtálmarar koma ella ikki. Um vit so venda okkum burtur frá børnunum eina løtu, so eru eisini nógv eldri/gomul fólk, sum búgva her eisini. Skulu vit, sum foreldur eisini út at leiga tey yvirum? Ella hvat? Til eina aðru ferð Oyvindur: Set teg inn í mál, áðrenn tú byrjar at snakkað um tey. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum foreldur í Miðvági, um tær tørvast hjálp við tí.