Manchester United vann Premier League finaluna

Manchester United er eitt stig frá at vinna meistaraheitið nummar 19 og endaliga yvirhála Liverpool sum mest vinnandi felagið í Onglandi. Sir Alex Ferguson og hansara menn staðfestu greitt í gjár, at teir eru besta liðið í Onglandi og at Premier League steypið hoyrur heima á Old Trafford í ár.

Alla vikuna hevur tað verið bygt upp til brakið á Old Trafford. Manchester United hevur verið oddalið leingi, men nú hevur Chelsea bart seg upp á annað plássið, bara trý stig aftanfyri Manchester United. Old Trafford er sum altíð fult og kring heimin sita flestu fótbóltsáhugaði og hyggja í sjónvarpinum. Premier League verður avgjørt upp á góðar tveir tímar. Hetta skuldi verða dysturin, ið stóð eftir sum mest spennandi uppgerð í øllum hesum kappingarárinum. Ein dystur, ið skuldi fáa blóðtrýstið at hækka til brestipunktið – men tað hevði onkur gloymt at fortalt Javier “Chicharito” Hernandez og hinum á Manchester United liðnum.

Avgjørt upp á 36 sekund

Meðan fótbóltsáhugaði fólk kring heimin ill nokk høvdu sett seg niður og kaffi enn var í kannini, so var alt avgjørt. Spælarnir vóru ikki meir enn kominir á vøllin. Býtta sjónvarpslýsingin, sum absolutt skal avspælast við dystarbyrjan, var akkurát liðug tá Ji Sung Park og Javier “Chicharito” Hernandez beindu allan spenning til viks. Verjan hjá Chelsea var óskipað, tá Ji Sung Park sendi framherjan úr Meksiko avstað. John Terry og David Luiz í miðverjuni hjá Chelsea kundu ikki einast, meðan “Chicharito” drønaði avstað við kós móti málinum. 22-ára gamli framherjin, ið skifti til Manchester United í summar, var eirindaleysur frammanfyri málinum og legði heimaliðið á odda. Klokkan í horninum á skerminum vísti 36 sekund.

Serbiski liðskiparin økir

Manchester United situr á øllum í fyrra hálvleiki, meðan einki riggaði hjá Chelsea. Millum annað vístu sjónvarpsmyndir, at Chelsea venjarin, Carlo Ancelotti, var í øðini inn á David Luiz í samband við fyrsta málið. David Luiz mutaði ímóti og tóktist vísa á, at hann helt ikki at tað var hansara feilur. Hann bleiv eisini útskiftur í hálvleikinum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fall endaliga avgerðin í dystinum. Enn eina ferð valdi Manchester United at spæla eitt hornaspark stutt. Bólturin endaði hjá 37-ára gamla Ryan Giggs. Og eins og hann gjørdi fyri tjúgu árum síðani, so rak hann framvið mótstøðumanninum í vinstru og legði bóltin innfyri, har liðskiparin og verjukempan, Nemanja Vidic, stútaði meistaraheitið nummar 19 heim.

Kom aftur tá tit hava vunnið 18

Miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði Frank Lampard um munin, men Chelsea var sum so ongantíð nær við at javna. Hinvegin so vóru Wayne Rooney og “Chicharito” nær við at økja, men antin raktu teir ikki málið, ella stóð verjan fyri. Tá dómarin bríkslaði fyri seinast ferð var øllum greitt, at Manchester United í ár verður meistari á 19. sinni. Tá Sir Alex Ferguson í 1992-93 vann sítt fyrsta meistaraheitið sum venjari hjá Manchester United, var tað bara áttinda meistaraheitið hjá felagnum. Árið eftir gjørdu tey á Anfield eitt skelti har tað stóð:

“Kom aftur tá tit hava vunnið 18”

Onkrastaðni situr ein Liverpool viðhaldsmaður við reyðum oyrum og angrar seg. Tí ikki bara hevur Manchester United vunnið 18 meistaraheitið. Teir vinna í ár nummar 19 og tað er lítið í bendur á, at nummar 20 er líka langt vekk, sum nummar 19 hjá Liverpool hevur verið. Sir Alex Ferguson hevur nú bara eitt met, ið hann manglar at taka frá Liverpool. Tað eru tey fimm Champions League heitini hjá arvafíggindanum. Manchester United hevur vunnið kappingina tríggjar ferðir og skal 28. mai spæla finaluna móti Barcelona á Wembley.

trondur@sosialurin.fo


AC Milan meistari

Italska stórfelagið er aftur meistari eftir ein steðg upp á sjey ár. Av teimum sjey árinum hava grannarnir úr Inter vunnið seks meistaraheiti. AC Milan skuldi í vikuskiftinum bara hava eitt stig butur úr vitjanini í Róm móti AS Roma. Við málleysum javnleiki tryggjaði AC Milan sær sítt 18. meistaraheitið. Teit hava nú vunnið Seriu A eins oftani og Inter Milan, meðan Juventus er suverent mest vinnandi felagið í Italia við 27 meistaraheitum.


Barca og Real halda fram at vinna

Barcelona vann í gjár grannauppgerðina móti Espanyol á Nou Camp. Andres Iniesta legði Barcelona á odda í fyrra hálvleiki, meðan Gerard Pique stútaði eitt Xavi horna í mál í seinna hálvleiki. Real Madrid var leygarkvøldið á vitjan hjá Sevilla, sum er at meta sum eitt av toppliðnum í La Liga. Men Real Madrid og Ronaldo trumlaðu heimaliðið umkoll. Støðan gjørdist heili 6-2 til Real Madrid. Cristiano Ronaldo skoraði heili fýra mál og yvirhálaði samstundis Lionel Messi sum mest skoraði spælarin í La Liga í ár. Barcelona liggur framvegis átta frammanfyri Real Madrid nú tað eru tríggir dystir eftir.


Liverpool stríðist fyri Evropa luttøku

Liverpool er í kvøld á vitjan hjá Fulham. Tá Kenny Dalglish um ársskiftið tók yvir var ikki hugsingur um at røkka evropiskum fótbólti. Men fleiri góðum avrikum, sum millum annað hava bjóða upp á sigrar á Manchester United, Manchester City og Chelsea, so er Liverpool nú í tí støðu, at um teir vinna seinastu tríggjar dystirnar, so er evropisk luttøka teimum vís. Dysturin byrjar klokkan 20:00