Manchester City sleppur at leiga málmann

Manchester City hevur spurt seg fyri hjá leiðsluni í Premier League fyri at vita, um felagið kann fáa undantak at leiga ein málmann, hóast spælarar ikki kunnu flyta millum feløg hesa tíð av árinum.

 

Grundgevingin er, at Manchester City hevur bert ein frískan málmann at ráða yvir í 1. liðshópinum, og tí er neyðugt við einum málmanni afturat.

 

Sambært BBC hava nærmastu kappingarneytarnir hjá Manchester City sagt, at teir hava onga viðmerking til hesa umbøn.

 

Tí verður roknað fyri vist, at Manchester City leigar sær ein málmann til seinastu dystirnar í Premier League.

 

Enskir miðlar skriva í kvøld, at málmaðurin, sum Manchester City ætlar at leiga, er Márton Fülöp. Hann er 26 ára gamal, 198 cm høgur og er ættaður úr Ungarn. Hann er eykamálmaður hjá Sunderland.