Manchester City hevur seinnu árini brúkt fleiri milliardir krónur upp á leikarar við tí endamáli, at kunna luttaka í eitt nú Champions League og oddastríðnum í Premier League. Í kvøld skulu teir standa royndina á útivølli móti Bayern Munchen.
Carlos Tevez, David Silva, Yaya Toure, Samir Nasri, Kolo Toure, Edin Dzeko og Sergio Aguero, eru nøvnini á nøkrum av teimum leikarunum, ið Manchester City hevur keypt seinnu árini. Endamálið er at skapa eitt kappingarført felag, ið kann kappast við stórabeiggja í Manchester, Manchester United.
Í fjør megnaðu teir at vinna sær eitt pláss í Champions League á fyrsta sinni. Í fyrsta umfari í bólkaspælinum spældu teir ljósa bláu úr Manchester javnleik móti Napoli. Tí skal Manchester City veruliga standa royndina í kvøld, tá teir eru gestir á Allianz Arena.
Bayern Munchen hevur vunnið Champions League fýra ferðir, seinast í 2001. Í 2010 var týska stórfelagið í Champions League finaluni, men mátti lúta fyri italska Inter Milan. Manchester City hevur eftir javnleikin móti Napoli illa ráð at tapa fyri Bayern í kvøld.
Tað ljóðar úr ensku miðlinum, at Carlos Tevez helst verður millum teir fyrstu ellivu. Hann hevur annars siti á bonkinum fyri tað mesta í ár, eftir at hann í summar boðaði frá, at hann vildi sleppa vekk frá felagnum.
Í kvøld fáa vit so at síggja hvat Manchetser City eru gjørdir av í Champions League høpi.
Bólkur A:
Manchester City Bayern Munchen (19:45)
Napoli Villareal (19:45)
Bólkur B:
CSKA Moskova Inter (17:00)
Trabzonspor Lille (19:45)
Bólkur C:
Manchester United FC Basel (19:45)
Otelul Galati Benfica (19:45)
Bólkur D:
Lyon Dinamo Zagreb (19:45)
Real Madrid Ajax (19:45)