Fyri einari viku síðan hevði Manchester City møguleika at tryggja sær enska meistaraheitið ímóti grannanum og nærmasta kappingarneytanum, Manchester United. Hóast á odda 2-0 í hálvleikinum, snávaði City og tapti 3-2. Hetta var bert aðru ferð í kappingarárinum at City tapti ein dyst í Premier League.
Men City hevur verið nógv mest støðuga liðið í Onglandi í ár, og hevur verið greitt oddalið alt kappingarárið. Tað var tí bara ein spurningur um tíð, áðrenn tað var greitt, at bláa liðið úr Manchester var meistari.
Tað hendi so í gjár, hóast fimm umfør eru eftir at spæla. Manchester City vann leygarkvøldið á Tottenham, men tað var ikki nóg mikið at tryggja sær meistaraheitið, tí at United hevði enn ein teoretiskan møguleika at gerast meistari. Tann møguleikin var burturi, eftir at United óvæntað tapti ímóti botnliðnum West Bromwich Albion.
West Bromwich hevur havt eitt sera skuffandi kappingarár. Heili tveir venjarar hava fingið sekkin. Tann fyrri var Tony Pulis, sum var koyrdur úr starvi í november, eftir eina ræðuliga byrjan uppá kappingarárið. Avloysarin, Alan Pardew kláraði seg ikki betur og varð koyrdur í apríl, eftir bert at hava vunnið ein dyst. Síðani fekk Darren Moore til uppgávu at venja liðið restina av kappingarárinum. Og hann hevur nú fingið besta úrslitið hjá West Brom í ár, við at vinna 1-0 á útivølli móti Manchester United.