Manchester City hevur í kvøld vunnið 3-1 á grannunum úr Manchester United í fyrru hálvfinaluni í Liga Cup. Bernardo Silva, Riyad Mahrez og eitt sjálvmál sendu gestirnar úr Manchester City á sigurskós.
Fyrri hálvleikur var ein marra fyri Ole Gunnar Solskjær og hansara menn. Norski venjarin hjá Manchester United hevur annrs fingið góð úrslit móti teimum sterku liðunum í hesum kappingarárinum, men tríggjar ferðir blivu teir revsaði upp á mótálop. Sama vápn, sum hevur tænt teimum so væl.
Í seinna hálvleiki kom Manchester United fyri seg og bjóðaði til dans. Tað gav eitt mál av sær, sum Marcus Rashford skoraði. Seinna hálvfinalan verður 29. januar á Etihad leikvøllinum hjá Manchester City.
Liga Cup 1. hálvfinala:
Manchester United – Manchester City 1-3 (0-3)